Magni Garðalíð hevur tikið avgerðina um at selja bát sín Viljan.
Hann hevur átt 40 ára gamla bátin í 40 ár og hevur hesi árini gjørt nógvar útferðir við bátinum. Viljan hevur eisini mangan flutt fólk um Kalsoyarfjørð og haraftrat avloyst tá ið Ritan hevur verið í ólagi.
- Báturin hevur frá fyrsta degi verið ov tungur at reka, tí tað komu so nógv krøv, motorarnir vórðu skiftir út, og tí royni eg nú bara at selja hann, sigur Magni Garðalíð.
Hann heldur tó fram við hinum tættunum í ferðavinnuni, gongutúrum og matstovuvirksemi.