Selfiekapping: Sí myndirnar tiknar í dag

Tú nært enn at vera við í kappingini um 2 gávukort. Fyri at luttaka skalt tú einans senda okkum selfies

Tað er longsti dagur, tað er altjóða yoga dagur og mín sann um tað ikki eisini er altjóða selfie dagur. Tí er redaktiónin í Miðlahúsinum í eyka góðum hýri, tí fá ting eru betur enn at fáa stuttligar og øðrvísi myndir sendandi frá lesarunum. Tí hava vit avgjørt at geva lesarunum gávur. Í dag hava vit funnið tvey gávukort á 250 krónur frá Jógvan Weihe, sum vit burturluta millum tey, sum senda okkum sefies í dag. 

 

 

So finn myndatólið fram og avmynda teg sjálvan (gjarna onkran annan eisini) í onkrari øðrvísi støðu og send inn til okkara. Allar myndir, sum koma inn til okkara áðrenn midnátt í kvøld, eru vit í lutakastinum um tvey gávukort. Tær myndirnar, sum koma inn, verða eisini lagdar á in.fo leypandi. 

 

 

 

Myndirnar kunnu sendast á post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuna hjá in.fo, sum sæst við at trýsta her

 

 

Tær fyrstu myndirnar kunnu síggjast undir greinini her. Myndatemaði her verður uppdaterað so hvørt  :-)