Seldur fyri 150 milliónir

Mario Balotelli kann spæla fyrsta dystin fyri Liverpool móti fyrrverandi felagi sínum

Italska AC Milan og enska Liverpool eru komin ásamt um, at Liverpool skal rinda £16 mió fyri Mario Balotelli. Hetta svarar til einar 150 mió kr.

 

Mario Balotelli hevur í fleiri ár verið mettur sum ein av evnaríkastu áleyparunum í europiskum fótbólti, men samstundis hevur hann havt meira enn trupult við at halda seg burtur frá negativum yvirskriftum í fjølmiðlunum.

 

Fyri 18 mánaðum síðani skifti hann úr Manchester City til Milan fyri £20 mió, og seinasta hálva annað árið er eingin annar áleypari í italskum fótbólti, sum hevur skotið eins nógv mál, sum Balotelli hevur gjørt tað.

 

Samstundis hevur hann tó ferð eftir ferð prógvað, at atburðurin uttan fyri vøllin ikki er eins góður, sum spælið innan hvítu strikurnar hevur verið. Liverpool hevur tó tørv á einum sterkum álopsessi, nú Suarez er farin til Barcelona, og skal einvíst metast eftir leikligu dygdunum, so er lítil ivi um, at Balotelli kann gerast sannur fongur.

 

AC Milan váttar, at Balotelli í dag hevur vant við liðfeløgunum í Milano fyri seinastu ferð. Nú gongur leiðin til Liverpool, og gongst eftir ætlan, er hann til reiðar at spæla, tá Liverpool mánadagin skal á vitjan hjá Manchester City.