Seldu vatn fyri 50 milliardir

Nestlé samtakið fovinnur nógvar pengar upp á at selja vatn til fólk

Matvørurisin Nestlé, sum eigur øll hugsandi og óhugsandi vørumerki innan mat, góðgæti, drykkir og annað, hevði eitt gott ár í fjør, og serliga var sølan av vatni framúr góð. 


Ársroknskapurin hjá Nestlé vísir, at samtakið seldi vatn fyri umleið 50 milliardir krónur. Nestlé eigur 70 ymisk vørumerki, sum selja vatn, men serliga tey fínari merkini – Perrier og S. Pellegrino – forvunnu nógvar pengar til samtakið í fjør.

Sølan av vatni hjá Nestlé vaks við sjey prosentum, og avlopið vaks eisini munandi, tí framleiðslan av vatnvørunum er effektiviserað.