Tað var navnframa uppboðsøluhúsið, Bruun Rasmussen Kunstauktioner í Lyngby, ið stóð fyri søluni av føroysku málningunum. Virðismetingin á Mikines-málningunum var millum 240-310.000 krónur tilsamans, tó bleiv ein ikki seldur. Talan var um tvey føroysk myndevni og tvey donsk myndevni.
Aftur at boðnum, skal keyparin eisini rinda 32 prosent í ómaksgjaldi til uppboðsøluhúsið og 6 prosent í upphavsrætti, sum fer til listamannin ella eftirkomarnar hjá listamanninum, um hann er deyður. Dýrasti málningurin fór fyri 140.000 (ikki íroknað avgjøld).
##med2##
Myndevni úr Mykinesi (95x110cm), málaður í 1958 – mettur til 50-60.000, seldur fyri 85.000 krónur
##med3##
Grindadráp (101x152 cm), málaður í 1962 – mettur til 75-100.000, seldur fyri 140.000 krónur
##med4##
“Mánalýsi” (81x100cm), málaður í 1969 – mettur til 40-50.000, seldur fyri 35.000 krónur
##med5##
“Sólsetur” (85x100cm), málaður í 1966 – mettur til 75-100.000, boð kom ikki á minstaprísin, so hesin varð ikki seldur.
##med6##
Sostatt bleiv Mikines seldur fyri tilsamans 260.000 krónur, og leggja vit 38 prosent oman á prísin, verður samlaði kostnaðurin 358.800 krónur.
##med7##