Árliga uppboðssølan av haruhøgum í Vestmanna varð hildin í gjár.
Tríggir hagar vóru til sølu, og var tað sambært heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu, Eyðna á Rógvu Simonsen, ið stóð fyri søluni.
Teir tríggir hagarnir, ið vóru til sølu, vóru Heimihagin norðan, Brekkurnar og Norðurnesið.
Tað var Norðurnesið, ið var dýrasti hagi hesaferð, og varð hann seldur fyri 12.500 krónur. Brekkurnar varð seldur fyri 10.100 krónur og Heimihagin norðan seldur fyri 6.000 krónur.
Annars siga fólk í økinum, at haruhagarnir í ár eru bíligari enn teir hava verið undanfarnu ár.