Seldu fyri slakar 3,3 miljónir krónur

Samanlagdi miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í morgun var 17,21 krónur fyri kilo.

 

Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun 191,1 tons av fiski fyri slakar 3,3 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 17,21 krónur fyri kilo.

 

Størstu nøgdirnar vóru av toski, harav mest var av toski 3, 53,5 tons tilsamans, sum fingu miðalprísin 15,13 krónur fyri kilo. Næst mest var av toski 2, 19,1 tons, sum fóru fyri miðalprísin 17,07.

 

Næst størstu nøgdirnar vóru av hýsu, harav mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 14,84 krónur fyri kilo. Næst mest var av hýsu 3, og her var miðalprísurin betri enn fyri hýsu 2, nevniliga 15,02.

 

Í morgun var eisini væl av svartkalva á marknaðinum, og her lá miðalprísurin oman fyri 31 krónur fyri kilo.

 

Nøkur tons av tungu og reyðsprøku vórðu eisini seld i morgun. Reyðsprøka fór fyri góðar 10 krónur fyri kilo, og miðalprísurin fyri tungu lá oman fyri 34 krónur fyri kilo.