- Hetta er met í veiðivirði hjá okkum, síðan vit keyptu hesi skipini fyri 11 árum síðan, sigur Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna. Ísfiskatrolararnir Vestmenningur og Fram høvdu metsølu, tá teir á næst seinasta túri landaðu og seldu veiðina til Kósavirkið í Klaksvík.
Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at skipini høvdu tilsamans 474.000 pund hendan túrin, sum teir fingu góðar 2,3 miljónir krónur fyri.
- Hetta er met í veiðivirði hjá okkum, síðan vit keyptu hesi skipini fyri 11 árum síðan. Túrar hava verið størri í nøgd, men eingin so stórur í veiðivirði, sigur hann.
Tummas Christophersen sigur, at eini 20.000-30.000 pund av veiðini hendan túrin var annar fiskur enn upsi.
- Hetta er besta fiskitíð, og í løtuni sær várið út til at fara at eydnast betri enn seinasta vár. Men tað er altíð trupult at spáa um fiskiskap, sigur hann.
Í dag eru Vestmenningur og Fram aftur í Klaksvík. Hetta er ein avbrotin túrur, tí Fram hevði trupulleikar við spælinum.
- Veiðan hjá skipunum hendan túrin er 330.000 pund, og gongst sum ætlað, fara skipini útaftur í kvøld, sigur Tummas Christophersen.










