Seldu fýrverk við ólógligum avsláttri

Tá ið Fýrverksølan á nýggjárinum lýsti við, at fýrverk varð selt við 40% í avsláttri, varð tað villleiðandi og ólógligt.

Tað staðfestir Brúkaraumboðið. Smápartafelagið, Fýrverksølan, hevur ikki kunna prógvað fyri Brúkaraumboðnum, at príslækkingin ikki hevur verið villleiðandi og óverulig.

Hinvegin sigur Brúkaraumboðið at fýrverk verður selt í so stutta tíð, at prógvbyrðan fyri avsláttur og príslækkingar ikki kan røkkast.

- Niðurstøðan er sostatt tann, at fráboðaði avslátturin hevur verið villleiðandi og óveruligur , tí prísir á fýrverki eru galdandi í einum ov stuttum tíðarskeiði til at avsláttir kunnu metast fyri at hava eitt veruligt innihald.

Brúkaraumboðið hevur verið í sambandi við Sp/f Fýrverksøluna, sum sigur seg taka undir við niðurstøðuni og tí ger hann ikki meiri við málið.