Seldu ein bil meira í mai

Í mai mánaði í ár seldur bil­a­søl­ur­nar til­sam­ans ein per­són­bil meira enn í fjør – tá tær seldu 106 bilar. Men hó­ast lítla munin, so er samlaði munurin í bilasøluni fram­vegis eyðsýndur.

Vøksturin í per­són­bila­søl­uni er higartil í ár 18,5 pro­sent. Seldir eru til­sam­ans higartil í ár 416 per­són­bil­ar í mun til 351 sama tíð­ar­skeið í fjør.

Samlaða sølan av akførum í øll­um bólkum higartil í ár vís­ir eina framgongd upp á 11,5 prosent. 554 akfør eru hig­ar­til seld í mun til 497 sama tíðarskeið í fjør.