Bygging/søla
Føroya Bjór hevur bygt 100 fermetrar uppí verandi bygning hjá felagnum í
Akranesgøtu í Havn. Hetta arbeiði, sum Byggitek hevur gjørt, er nú komið so væl
áleiðis, at nýggi parturin kundi reisast klokkan 16 seinnapartin í gjár.
Reisigildi skuldi vera, og Føroya Bjór hevði bjóðað teimum, sum bygt hava, til
ábit og okkurt at leska sær við.
Avgreiðsluhøli,
ikki sjálvtøka
Heini Waag, sum er søluleiðari hjá Føroya Bjór, sigur, at endamálið við tí, sum
bygt er aftrat, er at gera deildina hjá Føroya Bjór í Havn meira innbjóðandi hjá
viðskiftafólki, sum keypa drykkjuvørur í Akranesgøtu.
- Í fyrstu syfti verður eingin sjálvtøka, men vøruúrvalið fer at standa frammi,
og selt verður um diskin.
Spurdur, um tað kann hugsast, at Føroya Bjór seinni fer at hava sjálvtøku í
Akranesgøtu, sigur Heini, at tað er ikki óhugsandi, men hann heldur ikki, at
tørvur er á hesum enn.
- Vøruúrvalið ikki so stórt, at tørvur er á at hava sjálvtøku sum er, heldur
hann.
Ætlanin hjá Føroya Bjór var, at nýggja sølubúðin skuldi takast í nýtslu og lata
upp til ólavsøku, men tað verður ikki.
Heini dugir ikki at siga í løtuni, hvat uppíbyggingin fer at kosta.
?Classic? sum
heitt breyð?
Umframt maltøl, ljósøl, veðrin og ymisk sløg av gulløli, ger Føroya Bjór nú
eisini ?classic? øl, sum hevur selt ógvuliga væl.
- Alt bendir á, at vit hava verið sera hepnir við classic-ølinum.
Heini sigur, at Føroya Bjór gjørdi eina stóra ?tapping? beinanvegin av
classic-øli, og hon reyk eftir fáum døgum.
- Eg haldi, vit tappaðu 50.000 fløskur, og hósdagin tappaðu vit 50.000 fløskur
aftrat, sigur hann.
Hann vísir á, at classic-øl er myrk, og orsøkin til, at hendan ølin hevur selt
so væl, man vera, at hon hevur vantað í vøruúrvalinum hjá Føroya Bjór.
- Eg haldi, at eitt hvørt bryggjarí um okkara leiðir, sum hevur virðing fyri
sær sjálvum, eigur at hava eina classic-øl at selja sínum viðskiftafólki, sigur
Heini Waag, søluleiðari hjá Føroya Bjór, at enda.
Á Føroya Bjór í Klaksvík starvast 20 fólk, og runt um landið starvast eini 20
aftrat hjá felagnum.










