Seldu 5.000 plátur eftir einari viku

Tað var í 1983, at vestmenningarnir av Heygum funnu saman at spæla í tónleikabólki, og navnið Vestmenn kom av sær sjálvum. Síðani hevur bólkurin verið sjálvsagdur partur av føroyska samleikanum, tí hvør situr ikki eina viðhvørt og droymir undir stjørnunum fyri at finna ró?

Vestmenn fara á pall á Summarfestivalinum í Klaksvík í summar. Og tað merkir við øðrum orðum, at ein hin fólkakærasti bólkurin í Føroyum aftur savnast, eftir at hava ligið stillur nøkur tíðarskeið hesi seinastu 20-25 árini.

Tað verður upprunamanningin, sum fer á pall: Ólavur Højgaard, Martin Joensen, Niels Olsen, Bogi Olsen og Jógvan í Toftum Olsen. Væntandi verða Rúna á Heygum og Jórun Højgaard eisini við. Tær sungu við, tá Vestmenn gav fyrstu útgávurnar út. Møguliga verða eisini aðrir tónleikarar, sum hava verið við Vestmonnum millum ár og dag, við á summarfestivalpallinum.


Lot av vestri

Tað var í 1983, at bólkurin Vestmenn kom sum eitt frískt lot av vestri inn í føroyskan tónleik.

At siga, at hetta vóru nýbyrjarar, hevði verið at tikið munnin ov fullan, tí talan var um mannkomnar unglingar úr Vestmanna, ið høvdu funnið saman.

- Vit hava verið í gongd alla tíðina, hóast tað hevur verið upp og niður við, hvussu virknir vit hava verið. Og Martin hevur ikki verið við eini 10-15 ár, men hevur sum kunnugt roynt egnar leiðir, men tað hevur eisini verið fruktagott fyri allar partar, sigur Ólavur Højgaard, nú Vestmenn aftur savnast í upprunalíki.

Sjálvur hevur Ólavur eisini roynt seg sum solist við fløgu, sum er tikin upp í Nashville, men hann fór ikki undir hesa fløguætlan, uttan at hava vestmannin Martin Joensen sum stuðul, tá umráddi tekstirnar.

Nógv vatn er runnið, síðani fyrstu spírarnir, sum seinni gjørdust Vestmenn, spíraðu í Vestmanna.

- Eg spældi við Western sum heilt ungur, eg var kanska eini 14 ár. Teir manglaðu ein sangara, so eg fór uppí. Har var Niels eisini við, minnist Ólavur, ið heldur, at tað var náttúrligt hjá Vestmonnum at finna saman, tí allir eru uppvaksnir sum brøður hús um hús í býlinginum á Heygum í Vestmanna.

- So fór eg niður til Danmarkar. Martin og Niels vóru eisini niðri. Heimkomnir funnu vit saman fyrst í 80’unum og fóru undir at innspæla plátu hjá Milson Zachariassen.

- Eg minnist, at Tinganest vóru har um somu tíð. Teir spurdu, hvat vit gjørdu, og vit hvat teir gjørdu. Eg minnist, at teir søgdu seg eisini spæla inn til útgávu, men at ætlanin var ikki so stór sum okkara. Men tað stuttliga í dag er, at báðar útgávurnar standa eftir sum varðar og fólkaogn, men á hvør sín hátt, sigur Ólavur.

- Vit fóru so til Hansenmann Tórgarð fyri at vita, um hann hevði áhuga í at geva plátuna út. Tá hann hevði hoyrt lagið “Eg siti so eina”, tørvaði honum ikki at hoyra meira, men hann játtaði beinanveg. Hann gav nógv út og hevði varhuga av, hvat fólk vildi hava. Plátan kom út 19. september í 1983, og fyrstu vikuna vórðu 5000 eintøk seld. Eg haldi, at har var líka sum eitt hol, tí ongin hevði givið nakað út í eina tíð tá, metir Ólavur.

Ólavur hyggur í eina scrapbók við tilfarið frá døgunum, tá full ferð var á Vestmonnum og ummælarar vóru sum vera mann ymsir á máli.

- Summir nevndu hetta kvøðuljómatónleik, men tað sum stendur eftir er, haldi eg, at hetta er ein fólkslig pláta og okkurt nokkso djúpt er eisini at finna, t.d. sangurin Ró, metir Ólavur.


Summarfestivalur og Vestmenn

- Nú vit práta um ummælarar, so er stuttligt at hyggja afturá, tí Steintór Rasmussen ummælti í juni í 1985 plátuna “Kanska í dag” og segði: “Vestmenn gjørdust fólkaogn hjá øllum føroyingum, tá teir fyri tveimum árum síðan smoygdu seg inn í hvørja stovu í landinum”. Og nú biður hann okkum so koma á pall í Kalksvík so mong ár aftaná, greiðir Ólavur frá.

- Eg var í Klaksvík við abbasoninum, eg hugsi tað var til svimjikapping, ella okkurt tílíkt. Eg hitti Steintór, sum hevði hugsað um at fáa Vestmenn í upprunalíki á Summarfestivalin. Eg orðaði hetta við hinar í bólkinum, og allir eru vit spentir og við uppá tað. Vit hava eina sangskrá við kendu løgunum, men tað verður bland av nostalgi og so okkurt av tí nýggja, sigur Ólavur.

- Um vit venda aftur til ummælini ella umrøður, so hevur Niels Uni Dam eisini sagt ella hugleitt í grein, at Vestmenn eru fyrimynd hjá øðrum føroyskum countrybólkum, og t.d. hugleiddi hann einaferð, at tað var stuttligt, at Reverends spældu á Bryggjuni í Keypmannahavn, meðan fyrimyndir teirra, Vestmenn, spældu í Kagganum sama kvøld.

- Annars meti eg, at ljóðið hevði nógv at siga á fyrstu plátuni, og har eigur Milson sín part av heiðurinum. Hon ljóðar væl og er væl sungin. Og Martin, orðasmiðurin mikli, hevur nógv at siga, tá tað kemur til løgini og orðini, tó at allir góvu sítt íkast og vit styðja sum heild hvønn annan væl, eftirmetir Ólavur .


Ikki fastlæstir

Ólavur metir, at ein styrki hjá Vestmonnum er, at teir hava ikki læst seg í ávísa sjangru.

- Vestmenn hava lagt onnur løg fyri dagin, enn tey løttu, sum øll kenna og syngja við til. T.d. á útgávuni “Undir Stjørnunum” eru djúp løg, har serliga Martin eigur sín lut, men vit hava eisini altíð havt løg á, ið hava “selt” útgávuna. Men læst okkum fastur hava vit ikki og aloftast hevur tilfarið verið sjálvgjørt, tó okkurt lag er lænt og okkurt hava vit tikið fram, sum annars hevði farið í gloymskuna, sigur Ólavur, og leggur hugsunnarsamur afturat, at síðstu 10 árini hevur bólkurin tó meira verið undirhaldsbólkur, ið hevur spælt meira, enn hann hevur tikið upp.


Nýtt á veg

Vestmenn arbeiða nú við nýggjari fløgu og eini 10 – 12 løg verða ætlandi á fløguni.

- Tað verður tað góða gamla frá Vestmonnum. Bogi hevur heimastudio og vit arbeiða við at gera demo. Vit arbeiða við løgum og tekstum. Vit hava nóg mikið, men arbeiða nú í felag við at skapa fløguna, sigur Ólavur, sum fegnast um, at Vestmenn í upprunalíki nú aftur eru virknir, hóast bæði Ólavur og Martin hava sítt.

Vestmenn eru Vestmenn, slær Ólavur fast, og vit halda fram bæði saman og hvør sær.

Tað er stuttligt. Vit síggjast nokkso javnan. Nakrir okkara hava mammurnar eftir á Heygum og annars býr familja har, so vit koma javnan har. Eg eri vestmaður um ein háls. Vestmenn er vorðið eitt hugtak og ein liviháttur hjá okkum, sigur Ólavur.

Um framtíðina sigur hann: Vit halda fram at gera tónleik – hvør sær og í Vestmenn høpi. Kundi ikki hugsað mær at Vestmenn ikki var til longur – í dag er Vestmenn, umframt at vera ein tónleikabólkur, sum vit stovnaðu 1983, eisini eitt hugtak í okkara verð og ein liviháttur, sum vit hava tað gott við.



Fakta um Vestmenn

Bólkurin er stovnaður í 1983.

Útgávur:

Brot, 1983

Rím, jólaband, 1984

Kanska í dag, 1985

Vit syngja Andreasen, barnaband, 1986

Vestmenn, 1988

Undir Stjørnunum, 1998

Síðani hava Martin og Ólavur givið út hvør sær, men nú er aftur ein útgáva frá Vestmonnum á veg.