Seldu 180 tons í dag

Í dag vóru knappliga 180 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum, og meginparturin var frá trimum línuskipum. Eitt teirra hevði verið undir Íslandi, og hini bæði høvdu verið á Íslandsrygginum. Línuskipini høvdu mest av toski, brosmu og blálongu.

Tilsamans vórðu 65 tons av toski seld í dag, men prísirnir vóru lágir. Toskur I fór fyri 16,82 krónur, toskur II fyri 16,33 krónur, og meðalprísurin á toski III var 15,57 krónur fyri kilo.

Av brosmu vóru góð 40 tons. Brosma II fekk meðalprísin 8,90 krónur, og meðalprísurin á brosmu III var 9,55 krónur.

Blálongan, 28 tons, fór fyri 10,99 krónur í meðal fyri kilo.

12 tins vóru av svartkalva og 12 tons av hýsu. Svartkalvin fór fyri 26,65 krónur, hýsa II fyri 10,62 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 10,26 krónur.

Tey 180 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 2,5 milliónir krónur.