Seldu 1,4 miljónir búnar uppá eitt ár

Real Madrid og Manchester United eru fótbóltsfeløgini, sum selja flest búnar i heiminum

Tíðindastovan AP hevur roknað seg fram til hvørji fótbóltsfeløg í heiminum selja flest fótbóltsbúnar.

 

Yvirlitið vísir, at tað eru Real Madrid og Manchester United, sum selja flest búnar. Frá juni í 2013 til august í 2014 seldu Real Madrid og Manchester United 1,4 miljónir búnar hvør.

 

Eitt sindur óvæntað selur Chelsea fleiri búnar enn Liverpool. Liverpool hevur annars ræðuliga nógv viðhaldsfólk kring allan heimin.

 

Topp 10 listin yvir flest seldar fótbóltsbúnar í tíðarskeiðnum juni 2013 til august 2014 sær soleiðis út : 

 

1. Real Madrid, La Liga – 1,4 miljónir búnar
1. Manchester United, Premier League – 1,4 miljónir búnar 
3. Barcelona, La Liga – 1,15 miljónir búnar
4. Chelsea, Premier League – 910.000 búnar
5. Bayern München, Bundesliga – 880.000 búnar
6. Liverpool, Premier League – 810.000 búnar
7. Arsenal, Premier League – 800.000 búnar
8. Juventus, Serie A – 480.000 búnar
9. Inter Milan, Serie A – 450.000 búnar
10. AC Milan, Serie A – 350.000 búnar