Seldu 1130 kærleiks-kúlur

Í fjør skipaði Dugni fyri framleiðslu av eini serstakari kærleiks-kúlu. Tiltakið eydnaðist sera væl, og verður endurtikið aftur í ár. Endamálið við hesi árligu kærleiks-kúluni er fyrst og fremst at savna pening inn til virksemið hjá Dugna.

Tá kærleiks-kúlan varð seld í fjør, vísti tað seg beinanvegin at áhugin fyri henni var sera stórur.

Hon var bert til sølu í tríggjar vikur, og tá uppgjørt varð, vísti tað seg at ikki færri enn 1130 slíkar vórðu seldar.

Tað var listamaðurin, Tróndur Patursson sum gjørdi kærleikskúluna í fjør. Enn er ikki avdúkað, hvør skal gera ta næstu. Hetta verður avdúkað 25. november.

Vónin er sjálvandi, at fólk aftur í ár fara at taka kærleiks-kúluna til sín. Peningurin fer at stuðla mennandi virksemi og útbúgving hjá teimum arbeiðstarnaðu, soleiðis at hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur.