– Tað eru longu seldir 100 ferðaseðlar, og tað tók bara ein hálvan tíma.
Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, tá vit fregnaðust um, hvussu gekk við søluni.
Kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg til endaspælið í EM, sum verður í Basel í Sveis í november. Túrarnir hjá Atlantsflog eru úr Føroyum 27. november og heimaftur 4. desember.