Seldi sjálvur FSF-atgongumerki
Aðalskrivarin hjá Fótbóltssambandinum, Ísak Mikladal, kærdi avgerðina um, at hann skuldi suspenderast í tríggjar mánaðir og rinda 37.000 krónur í bót, og í aðru syftu broytti UEFA revsingina fyri ólógligu atgongumerkjasøluna til bert at vera eina átalu
<InvalidTag content="" name="Title" />
<InvalidTag content="" name="Keywords" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
Aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Ísak Mikladal, fekk tann 21. desember 2007 teldubræv frá ukrainsku ferðaskrivstovuni, Sport Line Travel, sum fyri dupultan prís vildi keypa 100 atgongumerki til EM-endaspælið í 2008. Hetta vóru atgongumerki, sum vóru tillutað føroyska Fótbóltssambandinum.
Tann 14. apríl 2008 váttaði Ísak Mikladal í teldubrævi til Sport Line Travel, at hann hevði 130 atgongumerki tøk, samstundis sum hann gav teimum upplýsingar um eina bankakonto hjá sær sjálvum, sum hann heitti á tey um at brúka. Samlaði kostnaðurin fyri hesi 130 atgongumerkini var 216.700 krónur.
Ukrainska ferðaskrivstovan rindaði helvtina beinanvegin á konto hjá Ísaki Mikladal, eins og avtalað var, og lovaði síðani at rinda hina helvtina, so skjótt atgongumerkini vóru komin fram.
Samstundis hevði UEFA frá fleiri keldum hoyrt um henda handilin, og tí gjørdi UEFA av at ógilda atgongumerkini, ið føroyska Fótbóltssambandið annars skuldi fáa.
<o:p> </o:p>
Kærdi revsingina<o:p></o:p>
Tann 4. mai 2008 hendi so tað, at Ísak Mikladal sendir UEFA eitt bræv, har hann í fyrsta lagi kærdi seg um, at Sport Line Travel hevði tikið alt ov nógv fyri gistingarhúsið, tá føroyska A-landsliðið í oktober 2007 var í Ukraina og spældi dysti í EM-undankappingini. Í øðrum lagi meldaði hann seg sjálvan fyri at hava selt atgongumerki í stríð við UEFA-reglur.
Málið kom síðani fyri í eftirlitis- og aganevndini hjá UEFA tann 25. september 2008, har Ísak Mikladal fekk suspensjón frá aðalskrivarastarvinum í tríggjar mánaðir, umframt at hann skuldi gjalda 37.000 krónur í bót.
Ein mánað seinni, tann 24. oktober 2008, kærdi Ísak Mikladal hesa avgerð fyri kærunevndina hjá UEFA, har hann gjørdi vart við, at revsingin var ov hørð. Samstundis bað hann um umbering fyri at hava brotið reglurnar viðvíkjandi atgongumerkjum til EM-endaspælið. Eisini gjørdi hann vart við, at hann hevði handlað í góðari trúgv, tí ætlan hansara var at vísa UEFA, hvussu illa hansara egna fótbóltssamband var viðfarið av einum øðrum fótbóltssambandi.
Tann 18. november 2008 boðaði eftirlitismyndugleikin hjá UEFA frá, at revsingin var linkað, so talan nú bara var um eina átalu. Grundgevingin fyri hesi broyting var, at tað taldi til fyrimuns fyri Ísak Mikladal, at hann sjálvur hevði vent sær til UEFA-aðalskrivaran við málinum, at hann hevði latið UEFA málið og annars hevði goldið aftur alla upphæddina, hann hevði fingið fyri atgongumerkini.
Ísak Mikladal tók við hesi linaru revsingini, ið nú var skorin niður til eina átalu, tann 19. november 2008.
<o:p> </o:p>
Vildi avdúka<o:p></o:p>
Út frá teimum UEFA-skjølum í málinum, sum formaðurin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, hevur sent formonnunum í føroysku fótbóltsfeløgunum, sæst, at Ísak Mikladal í samskifti sínum við UEFA sigur, at hann fór ígjøgnum ólógliga atgongumerkjahandilin fyri at avdúka korrupta framferð.
Eisini sæst í skjølunum, at UEFA heldur tað vera sera álvarsligt, at atgongumerki til eitt EM-endaspæl verða seld í stríð við reglurnar, sum hava til endamáls at forða fyri, at atgongumerkini enda á svarta marknaðinum, sum er ein álvarslig hóttan ímóti trygdini og stríðnum ímóti hvítting av pengum.