Seldi fyri góðar 2,4 miljónir krónur

Samanlagdi miðalprísurin fyri øll fiskasløgini á uppboðssøluni í morgun var 13,48 krónr fyri kilo.

 

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 184,4 tons av fiski fyri góðar 2,4 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 13,48 krónr fyri kilo.

 

Á søluni í morgun var mest av toski, góð 64 tons tilsamans. Besti miðalprísur fyri tosk var 18,80, og hetta var fyri tosk 1. Lægsti miðalprísur, sum var fyri tosk 5, var 8,38 krónur fyri kilo.

 

Umleið 23,5 tons vóru av hýsu, og her var besti miðalprísur 16,80. Besti miðprísur fyri longu var 12,50, og samlaða nøgdin av longu á uppboðssøluni í morgun var 22,5 tons. 21 tons vóru av kongafiski, og her var besti miðalprísur 8,89.

 

Nakað var av upsa - eini átta tons tilsamans - og her var besti miðalprísur 11,29 krónur fyri kilo. Nøkur tons av tungu, reyðsprøku, havtasku og svartkalva vórðu eisini seld í morgun.

 

Besti miðalprísur fyri tungu var 18,58, fyri reyðsprøku 12,32, fyri havtasku 23,25, og besti miðalprísur fyri svartalva var 28,03 krónur fyri kilo.