Løgreglan hevur í kvøld handtikið ein mann, sum nú er skuldsettur fyri at selja falsaðar billettir til Voxbotn.
Vakthavandi váttar, at talan er um handtøku, og at ein persónur er skuldsettur í málinum. Lagt verður afturat, at talan ikki er um stórt tal av atgongumerkjum, sum viðkomandi tykist hava selt.