Selatraðarvegurin skal dagførast

Nú verður farið undir at gera størri ábøtur á Selatraðarvegnum. Stórur tørvur er á at dagføra vegin, sum er ótíðarhóskandi til nútíðar ferðslu Vegurin til Selatraðar verður nú breiðkaður til tvær vegbreytir, sum hvør verður 3,25 metrar breið.

Harafturat verður linjuføringin rættað út, soleiðis at hon passar betur til ferðina uttan fyri bygt økið, og vertikalkurvarnar verða broyttar, soleiðis at sýnið verður betri og koyriupplivingin og ferðslutrygdin so góð sum gjørligt.

Í sambandi við arbeiðið verður vegurin stongdur fyri allari ferðslu frá mánadegi 29. oktober, men vegurin verður opin fyri allari ferðslu hvønn heilan tíma, sigur Landsverk.