Sel til teir smáu

Óli Breckmann, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, heitir nú alment á Jóannes Eidesgaard, løgmann, um gera sína og landsstýrisins ávirkan galdandi soleiðis, at eftirverandi partabrøvini vera seld smáu íleggjarunum, tá tann tíðin kemur Ovurstóri áhugin fyri at keypa partabrøv í Føroya Banka, hevur nú fingið Óla Breckmann at heita á løgmann um at gera sítt til, at teir nógvu føroyingarnir, sum vórðu mestsum við sviðusoð, fáa møguleikan at tekna meiri partapening, tá restin av bankanum verður privatiserað

- Nú eru 2/3 av Føroya Banka seldir, og vit kunnu fegnast um, at 9.000 føroyingar eiga í einskilda bankanum. Henda stóra undirtøka bendir á, at fjøldin tekur undir við, at besta leiðin til størri vælferð og frælsi er, at so nógvir einstaklingar, sum vilja tað, blíva persónligir eigarar í einskilda búskapinum og skapa eina nýggja partaeigara- og vinnulívsmentan her á landi, sigur Óli Breckmann.

Og hann heldur fram:

- Men samstundis vil undirritaði løgtings- og samgongutingmaður minna løgmann og landstýrið á, at túsundtals smápartaeigarar føla seg við sviðusoð, tí tey bert sluppu at keypa 20% av higartil útlutaða partapeninginum í Føroya Banka.

Hann metir, at tá áhugin var so stórur, at partabrøvini vórðu yvirteknað heilar 26 ferðir, so eru 240 milliónir ein ov lítil upphædd at býta út millum 9000 privatar íleggjarar.

- Eg heiti tí staðiliga á løgmann, at hann og landstýrið alt fyri eitt viðgera tann møguleikan, at teir nógvu smáu føroysku partaeigararnir, sum føla seg vera við skerdan lut, sleppa at keypa tann seinasta 1/3, t.e. 600 mió kr, sum eftir eru at selja av Føroya Banka, sigur Óli Breckmann.

Hann vísir á, at um verandi reglur forða hesari demokratisering av partaognini í bankanum, so eigur løgmaður, vegna landstýri og samgongu, at leggja uppskot um rætta broyting fyri løgtingið á ólavsøku, so tað ikki verður neyðugt hjá einstøkum tingmonnum ella flokkum at gera tað.