Sel tað tú vilt í Margarinfabrikkini

Sunnudagin 17. juni frá kl. 13 til 18 skipar Margarinfabrikkin fyri stórum marknaðardegi í Margarinfabrikkini í Havn.

Her ber til hjá fólki at selja, hvat tey hava hug til. Margarinfabrikkin fer at selja ymiskt til matna, so sum, vaflur, pylsur, soft ice og annað gott, umframt at børn og ung frá Margarinfabrikkini, fara at undirhalda við tónleiki og dansi.

Øll eru vælkomin at selja klæðir, lutir, útgerð og annars alt tað, sum man kundi hugsað sær, tó ikki mat til matna. Kostnaðurin er 250 krónur fyri borðið og alt, sum luttakararnir selja, fer í egnan lumma.

Hesar 250 krónurnar fara í eina pulju, sum skal nýtast til sjónleikaraferð til Danmarkar, har tey ungu skulu luttaka á árliga altjóða Teaterfestivalinum við leikinum ”Kennir tú Margar”, sum tey framførdu seinasta vár.

Neyðugt er at boða frá áðrenn. Hetta kann gerast við at maila til: fabrikkin@torshavn.fo