Sel Føroyar, Løkke!

-Tað hevði verið fínt at sloppið undan at latið hasar 650 milliónir krónurnar, sum vit árliga lata hasum trampandi, tunnilsborandi Atlantshavs-perkarunum. Sel Føroyar, Løkke!

Tað stendur á baksíðuni á Ekstra Blaðnum í táttinum ?Vrisne gamle mænd?, har gamlir menn skiftast at skræða seg um ymsik evni. Hesuferð er tað Jan Monrad, sum hevur eina ætlan um at vinna danska statskassanum nakrar krónur.

- Umframt at vit sleppa undan blokkgjaldinum, kunnu vit kanska eisini forvinna nakrar krónur, um vit selja oyggjarnar. Júst sum vit gjørdu, tá USA keypti Vestindisku oyggjarnar frá okkum í 1917. Eingin hevur saknað hesar smáu, týdningarleysu oyggjarnar, og tað sama verður tilfeldið við Føroyum.

- So kunnu tey eisini berjast við sínar nýggju eigarar um at gerast sjálvstøðug, sum tey sjálvandi ongantíð gerast. Ein tjóð av 50.000 spikátarum mitt í Atlantshavinum kann ikki forsyrgja sær sjálvari. Hvussu skulu tey liva, tá teirra einasti útflutningur er ull og lampuolja? Man kann ikki liva av at binda troyggjur, vøttur og topphúgvur.

- Tað kundi kanska eisini verið nærliggjandi at selt Grønland, men tað verður nógv verri, tí oygginer bókstaviliga við at bráðna burtur. Hvør vil keypa eina vøru, sum er um at hvørva?

- So sel Føroyar, Løkke, men lat vera við at ráðføra teg við madammuna fyrst, sigur altso Jan Monrad í Ekstra Blaðnum í dag.