Tá danski bankaserfrøðingurin, Bjarne Jensen, í gjárkvøldið helt fyrilestur um støðuna hjá Føroya Banka, nú bankin stendur til at verða einskildur og skrásettur á virðisbrævamarknaði, kveistraði hann allar spekulatiónir um at útseta søluna burtur sum ábyrdarleysa hugsan.
- Bankin skuldi verið seldur fyri trimum til fimm árum síðani, so var hann helst tvífalt so nógv verdur í dag og harvið eitt munandi størri aktiv fyri føroyska samfelagið, enn hann er nú, sigur Bjarne Jensen.
Hann ivast ikki í, at politiski eigaraskapurin hevur verið eitt stórt haft um beinið á leiðsluni hjá bankanum. Bjarne Jensen segði bart út, at Føroya Banki hevur ligið í eini politiskari spennitroyggju, og tí ikki hevur havt somu møguleikar at menna seg sum til dømis Eik.
Tað sum kanska serliga hevur herdt orðaskiftið um søluna av Føroya Banka, var eitt lesasrabræv í Dimmalætting, sum Hermann Oskarsson skrivaði undir yvirskriftini »Hvat er ein milliard millum vinir?«. Her vísir føroyski búskaparfrøðingurin á, at bankin møguliga kann vera verdur tríggjar mia. krónur. Útsøgnin byggir á metingina hjá einum serfrøðingabólki, sum gav Løtingi og Landsstýri greitt tilmæli um, at mest fekst burturúr, um sølan fór fram við minst møguligum avmarkingum og forðingum. Tá kundi hugsast, at okkurt útlendskt bankasamtak bjóðaði munandi meira fyri bankan, enn onnur megna at bjóða, skrivar Hermann Oskarsson.
Bjarne Jensen, sum sambært egna útsøgn, er einasti óhefti bankaserfrøðingurin í Danmark, trýr als ikki upp á hesa meting.
- Har liggur ongin eyka milliard hjá einum industriellum keypara og bíðar nakrastaðni. Eg tori at vissa um, at bankin ikki hevði farið fyri meir enn millum 2,1 og 2,3 mia. krónur, segði Bjarne Jensen og borðreiddi við tølum, sum undirbygdu hesa metingina.
Sparir ikki krútið
Danski serfrøðingurin spardi heldur ikki upp á krútið, tá hann skuldi siga sína hugsan um orðaskiftið, sum hevur stungið seg upp í Føroyum, har ávarað verður ímóti at selja bankan ov bíliga.
- Alt tosið um ikki at selja nú, men útseta søluni, skapar iva millum íleggjarar, og vandi er fyri, at teir fara halda seg heilt burtur. Tí eigur hetta orðaskiftið at steðga beinanvegin, so skaðin ikki gerst størri. Vit síggja longu nú, at vinnufjølmiðlar sum Børsen eru byrjaðir at skriva um orðaskiftið í Føroyum, og hetta er nakað, sum íleggjarar leggja merki til. Verður ivi sáðaður um, at »de der færinger kan man ikke stole på«, so er skaðin longu hendur. Úrslitið er ein uppaftur lægri prísur fyri bankan, sigur Bjarne Jensen.
Hann vísir á, at tað eru so nógvir møguleikar hjá íleggjarum at seta pengar sínar í, at um teir síggja trupulleikar onkustaðni, velja teir okkurt annað.
- Til dømis finnast tað yvir 3.000 bankar í Týsklandi á einum fult liberaliseraðum marknaði, so møguleikarnir tróta ikki. Hvat skuldi so fingið teir at komið til Føroyar og rent seg í trupulleikar og politiskan illvilja við einum fólkagrundarlagi upp á einans 48.000 fólk? Onki, sigur Bjarne Jensen.
Íslendingar vilja keypa
Sambært Bjarne Jensen er hvørki áhugi í Danmark, Noregi, Svøríki ella Finlandi at keypa seg inn í Føroya Banka. Tí heldur hann hugburðin, at »um ikki aðrir hava hug at keypa, so venda vit okkum bara til Danske Bank« er heilt burturvið.
- Eg ivist ikki í, at skuldi eigaranir gjørt tað, so komu teir líka so skjótt útaftur, sum teir komu inn. Tí er tað nakað, sum leiðslan í Danske Bank ikki er áhugað í, er at fáa allar tær gomlu kreppusøgurnar um Føroya Banka og ognarviðurskiftini hjá Danske Bank drigin framaftur í fjølmiðlununum. Hetta er tað síðsta, sum Peter Straarup (forstjóri í Danske Bank) er áhugaður í, sigur Bjarne Jensen.
Mest sannlíki keyparin er ein íslendskur banki, ið fer at bjóða upp á tey 28 prosentini av partabrøvum, sum eru tillutaði útlendskum íleggjarum at seta keypa, sigur Bjarne Jensen.
Danski serfrøðingurin heldur, at tað vóru fýra møguleikar við Føroya Banka, men í hansara hugaheimi er bert ein av teimum brúkiligur. Og tað er hann, sum longu er valdur, men sum politisk stríð nú hevur tikið seg upp um.
Tann fyrsti møguleikin er at halda fram sum nú við Fíggingargrunninum sum eigara. Hetta fer at tvíhalda bankanum í eini fíggjarligari og politiskari spennitroyggju, sum forðar bankanum í at menna seg.
Tann næsti møguleikin, sum er nevndur av ávísum politikarum, um at útseta søluna í trý ár, er sambært Bjarne Jensen beinleiðis ábyrgdarleyst. Fyri tað fyrsta, tí ongin hevur hóming, hvussu heimurin ella marknaðurin sær út tá, ella um methøgu kursirnir á bankapartabrøvum halda sær uppi. Harafturat fara bæði Føroya Banki og Føroyar sum heild at missa trúvirði uttlanlands, tí føroyingar verða sæddir sum óálítandi.
Triði møguleikin er ein industriellur keypari, men sum Bjarne Jensen fyrr í greinini vísir á, er ógvuliga ivasamt, hvønn prís ein slíkur keypari vil lata.
Øll menning hvørvur
Boðið hjá Bjarne Jensen er altso í mesta lagi millum 2,1 og 2,3 mia. krónur. - Hægri prísurin verður, tess størri verða sparingarnar. Og tað sum keyparin fyrst leggur eftir, er tann størsti útreiðsluposturin, nevniliga starvsfólk, ið standa fyri 60 prosentum av útreiðslunum í einum banka, sigur Bjarne Jensen.
Og sum hann vísir á fyrr í greinini, fer ein industriellur keypari at flyta allan serkunnleika, sum ikki hevur við sjálvt bankavirksemið at gera, til móðurbankan. Til dømis alla KT-umsiting, menning og annað servirksemi. Harafturat hvørvur gjøgnumskygnið, tí um Føroya Banki í veruleikanum gerst ein deild hjá einum útlendskum banka, so fellur roknskaparskyldan burtur.
Eftir stendur bert møguleikin at selja eftir núverandi leisti, og Bjarne Jensen mælir staðiliga til, at hetta verður gjørt.
Sosialurin fer í næstu viku at gera meiri burtur úr fyrilestrinum í Miðlahúsinum hjá danska serfrøðinginum og annars dekka bankamálið frá nógvum øðrum síðum eisini.
Fakta
Bjarne Jensen eigur og rekur fyritøkuna Bjarne Jensen Consult. Fyritøkan útgevir mánaðarliga tíðarritið, Bankinfo, sum burturav fæst við at greina roknskaparlig viðurskifti í norðurlendskum bankum. Bjarne Jensen hevur fyrr starvast í Danske Bank í 15 ár og var seinnu tíðina varastjóri, har hann millum annað hevði ábyrgdina fyri øllum virðisbrøvum, virðisbrævahandli og íløguvirksem. Seinni hevur hann í seks ár verið forstjóri í eini danskari fyritøku, ið handlar við virðisbrøvum. Í 1993 stovnaði hann sína egnu fyritøku.









