19 ára gamli maðurin varð funnin sekur í neyðtøku og neyðtøkuroynd. Dómarin ásetti revsingina til 3 ára fongsulsrevsing umframt at hann skal rinda órættaðu ávikavist 60.000 og 51.5000 krónur í endurgjaldi fyri tort.
Dómarin valdi at leggja vekt á frágreiðingarnar frá báðum órættaðu, sum hann metti vera trúverdar og samanhangandi.
Í fyrra førinum segði dómarin seg vera samdan við ákæranum, at hóast ákærdi var vanur at ganga inn í húsini hjá kvinnuni í sjeytiárunum, so hevði hann einki at gera inni á kamari hennara á náttartíð. Dómarin helt eisini, at hóast tað gekk skjótt fyri seg, so eigur hann at hava skilt, at eldri kvinnan ongantíð gav sítt samtykki til samlegu.
Hvat neyðtøkuroyndini viðvíkur metti dómarin eisini, at órættaða gentan hevði greitt væl frá, hvat var hent.
Hóast maðurin hevði broytt frágreiðing í mun til grundlógaravhoyrið, tá hann viðgekk, at hann ætlaði at neyðtaka hana, so legði dómarin vekt á, at hann ikki gavst við royndunum av sær sjálvum, men at gentan mátti gera nógva mótstøðu. Ungi maðurin vildi vera við, at hann ongantíð ætlaði at neyðtaka hana, og at hann hugsaði við sær sjálvum, at tað hann gjørdi var skeivt, og tí gavst hann.
Ákærin hevði sera ilt við at trúgva hesi frágreiðing og bað rættin spyrja seg sjálvan, hvat hevði hent, um gentan ikki gav so nógva mótstøðu, sum hon gjørdi. Var ungi maðurin so givin av sær sjálvum? Hann helt jú á at royna, hóast hann sjálvur viðgekk, at hann visti tað var skeivt, segði hon.
Dómarin segði seg samdan við ákæranum og segði, at tað einans vóru róp og mótstøða gentunnar, sum gjørdu, at hann at enda gav upp.
Høvuðsorsøkin til, at maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í sjey mánaðir er, at bíðað hevur verið eftir mentalkanningum frá psykiatriska deplinum og síðani Rættarlæknaráðnum í Danmark. Meðan tveir føroyskir sálarfrøðingar mettu, at maðurin kundi roknast sum lættari sinnisveikur, metti Rættarlæknaráðið ikki, at tað skuldi spæla nakran leiklut, tá revsingin skuldi ásetast. Dómarin sá onga orsøk, til at seta tilmæli frá Rættarlæknaráðnum til síðis, og gav tí manninum fongsulsrevsing fyri gerðir sínar.
Maðurin er áður dømdur fyri tvey føri av kynsligum ágangi móti ungum gentum.