Sektin í hvat tey smáu halda

Mánadagin 29. oktober kom út ein norðurlendsk frágreiðing, sum bíðað hevur verið í spenningi eftir í eina tíð. Ein frágreiðing har granskarar við lærda háskúlan í Helsinki vóru bidnir um at koma við eini meting av, hvørja kós Norðurlond eiga at taka í framtíðini.
Metingin skuldi byggja á frágreiðingina frá Thorvald Stoltenberg frá 2009 um uttanríkis- og verjupolitikk í Norðurlondum, og frágreiðingina hjá Gunnar Wetterberg frá 2010 um norðurlendska samveldisstatin. Báðar hesar frágreiðingarnar verða hildnar at vera ov ókonkretar til at tær beinleiðis kunnu brúka til at seta dagsins politikk út í kortið av nýggjum.
Tí varð finski granskarin Johan Strang (Center for Nordic Studies), biðin um at koma við eini frágreiðing, við meira konkretum boðum um hvat kann gerast fyri at styrkja um norðurlendska samstarvið og tann politiska og búskaparliga leiklut, sum Norðurlond kunnu fáa í tí alt meira altjóðagjørda heiminum.
Fleiri góðar og spennandi tilráðingar koma í hesi frágreiðingini við heitinum “Nordiska Gemenskaper”. Sum formaður fyri Norrøna Felagnum í Føroyum er tað eisini hugaligt at lesa, at serfrøðingarnir leggja dent á hvussu týdningarmikið tað er at hava fólksligu rørslurnar við í teimum týðandi politisku tiltøkunum, sum verða gjørd. Norðurlendska samstarvið byggir í sínum uppruna á ein fólksligan vilja um samanhald, samstarv og samskifti, og tí er eisini umráðandi, at ynskið og tørvurin hjá vanliga borgaranum í londunum ikki verður gloymdur.
Men sum formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum harmar tað meg almikið, at serfrøðingarnir í Helsinki í frágreiðingini als ikki koma inn á viðurskiftini hjá teimum londunum, sum í norðurlanda samanhangi verða rópt “sjálvstýrandi økir”. Grønland, Áland og Føroyar, og tann serligi status sum hesi lond hava fingið í norðurlendskum samanhangi, verða ikki tikin upp á tungu í frágreiðingini.
Aftast í bókini eru seks síður við nøvnum á umleið 125 fólkum, sum eru spurd til ráðs um evnið. Ikki ein einasti grønlendingur, ongin álendingur og heldur eingin føroyingur er spurdur eftir. Tað undrar eisini, at granskararnir - sambært keldulistanum - heldur eru farnir til Týsklands at spyrja, enn at fara til Danmarkar og Íslands.
Eg veit, at tað í Føroyum (í hinum londunum allarhelst eisini) eru granskarar, politikarar, ráðgevar og onnur fróð fólk, ið kundu greitt frá viðurskiftunum hjá teimum smáu londunum, og givið eitt gott íkast til hvussu Norðurlond kundu verið skipað í framtíðini.
Tá hesar tjóðir ikki verða nevndar - og ikki eingang hoyrdar - hvussu hevur man so hugsað sær, at fólkið í hesum londum skal taka undir við tonkunum, sum koma fram í frágreiðingini?
Hetta er ikki hóskandi fyri eitt 60 ára jubileumsrit hjá Norðurlandaráðnum.