Klaksvíkingar eiga nógvar góðar fótbóltsspælarar. Tað er einki nýtt í tí. Spennandi spurningurin, hvørja ferð teir fara á vøllin, er, hvørjum skørum teir eru í. Næstsíðsta sunnudag, tá teir spældu í Gundadali móti HB, tóktist tað, sum um allir so at siga høvdu fingið skeiva beinið úr seingini. Mikukvøldið í steypafinaluni var nógv frægari, og á Svangaskarði sunnudagin vóru teir á toppinum aftur, og tað sýntist sum teir væl og virðiliga høvdu tváað vónbrotið um tapið í steypakappingini av sær.
Klaksvíkingarnir tóktust stórtrívast á grasinum. Við góðum bóltførleika, skjótum samanspæli, snildum fótskifti, dragingum, kropsfintum, stikkbóltum, síðuskiftum og sannførandi royndum móti málinum spældu teir heimaliðið sundur og saman.
Men hetta er bara onnur síðan av veruleikanum. Hin síðan er, at teir á heimaliðnum vóru óvanliga illa upplagdir. Hjá fleiri teirra tóktist tað torført at standa seg á eitt sindur váta undirlagnum, teir høvdu ilt við at finna hvønn annan, og tað var bara hendinga ferðina, at teir komu fram til upplagdar møguleikar. Og so tóku teir verjupartin í so lítlum álvara, at tað segði seg sjálvt, at teir vórðu so dyggiliga sektaðir fyri tað.
Arnold Joensen, Marek og Jan Joensen vóru sera leysir á KÍ miðvøllinum, og stórspælandi John Hansen og Harley Bertholdsen í borðunum komu ferð eftir ferð ígjøgnum, eftir at toftamenninir vóru lagdir afturum. Og viðhvørt royndu klaksvíkingar seg við stikkbóltum fram til Heðin á Lakjuni og Rógva Jacobsen, sum aftur og aftur runnu frá eitt sindur tungu toftaverjuni.
Mál og møguleikar
KÍ fekk hol á, tá sjey minuttir vóru farnir. Eftir innkast í høgru, sneiddi Heðin á Lakjuni tveir av og legði flatt til nærra stólpa, har Rógvi Jacobsen var fyrstur á og lættliga kundi stýra inn við stólparótini.
Magnus Poulsen í B68 málinum bjargaði sera væl eftir 23 minuttir, tá John Hansen eftir eitt av fleiri KÍ hornaspørkum sendi upp móti tríkantinum.
Eftir 27 minuttir royndi Jan Petersen, sum hesa ferð var á B68 miðvøllinum, seg við góðum langskoti, og minuttin eftir fekk heimaliðið aftur eitt orduligt skot fyri bógvin: Rógvi Jacobsen royndi seg við fløtum skoti úr brotsteigarsamankomingini í vinstru, og ein av miðverjunum hjá B68, Jákup Djurhuus, stýrdi bóltinum í málið.
Tað sá út til at vera mønustingurin, tá KÍ bara tveir minuttir seinni økti til 3-0. B68 verjan var fullkomuliga deyð, tá Heðin á Lakjuni úti í vinstra borði krúllaði seg framvið tveimum og eingin toftamaður tók sær tykni av John Hansen, sum hevði smoygt sær mitt inn fyri málið og umsetti snilda innleggið hjá Heðini.
Kanska hevði tað verið nakað at bygt á hjá toftamonnum, um 3-1 støðan hevði hildið til steðgin. B68 fekk sítt mál, tá tað restaðu sjey minuttir, og støðan stóðst av størsta veikleikanum hjá KÍ, sum er deyðbóltsstøðurnar. Pól Juel Vilhelmsen, sum avloysti skadda Kurt Mørkøre í miðverjuni og spældi væl, gjørdi óneyðugt fríspark í høgru, Øssur Hansen, sum annars var merkiliga tamur, lyfti tætt framvið málinum, og við aftara stólpan setti Jákup Djurhuus ljósa krúllin undir bóltin, minkaði um munin, javnaði sína egnu úrtøku og átti harvið at birt vón fyri heimaliðið.
Men soleiðis kom tað ikki at ganga, tí bara tveir minuttir seinni vóru B68 verja og málverji ófatuliga óskettin. Tað eydnaðist Rógva Jacobsen, sum var staddur langt úti í vinstra borði, at lyfta himmalhøgt innfyri, og Arnold Joensen, sum ikki plagar at vera nøkur ørn í luftspælinum, slapp ótarnaður at stúta í netið, meðan einir fýra reyðblusaðir hugdu at.
Seinna umfarið kom bara eitt mál. 62 minuttir vóru farnir, tá Arnold Joensen streyk ígjøgnum í høgru, hann tóktist ætla at leggja innfyri, men hann hálvkiksaði, og bólturin streyk omanfyri Magnus Poulsen, sum var traðkaður eitt stig fram úr málinum, og inn í handara síðunetið.
Bakkspeglið
Aftaná sovorðið úrslit verður ivaleyst nógv tosað. Toftamenn fokuserað á sínar veikleikar og klaksvíkingar á sínar dygdir.
Hjá heimaliðnum er undrunarvert, hvussu tað kundi bera til, at næsti heimadysturin eftir góðan javnleik móti oddaliðnum, HB, skuldi enda so út av lagi illa.
B68 spældi seg til onkran annan møguleika, t.d. refleksbjargaði Gunnar á Steig seint í 1. hálvleiki væl, eftir at tíðliga innskifti Andréy Stakhánov stútaði innlegg úr vinstru móti málinum. Men tað ber als ikki til at fáa stig og vinna, um verjuparturin er so tunnur, sum hann var hjá B68 hesa ferðina, og tá verður ikki bara hugsað um verjuavrikið hjá aftastu monnunum, sum so ofta vórðu yvirspældir.
Hesa ferð var um reppið, at klaksvíkingar fóru upp frá, so væl megnaðu teir at lata bóltin ferðast millum sín. Setningurin til næstu ferð er at varðveita konsentratiónina og vísa støðug avrik. Tað verður ivaleyst størsti vandin, tá sumbingar skulu setast uppá pláss.