Dálking
Í løtuni verður einki gjørt við at taka olju upp ella leita eftir olju, sum lak úr russiska trolaranum, Kaptain Gorbatjov.
Seinasta leygardag var millum lítið og einki at síggja av olju, og tí gjørdi átaksleiðslan av at steðga arbeiðnum.
Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at einir 200 litrar av olju eru tiknir upp í Miðvági, umframt at nakað av olju er tikið upp við aðrari súgvandi útgerð.
Hon sigur, at tá olja av hesum slag soleiðis fer á sjógv, spjaðist hon við ráki og vindi. Ein partur fordampast, meðan ein annar partur søkkur.
Sektaruppskot
Í løtuni verður sektaruppskot fyrireikað, og sambært Jóhonnu Olsen verður uppskotið lagt fyri skiparan á Kaptain Gorbatjov í dag.
- Eg dugi ikki at siga ítøkiliga, nær uppskotið verður lagt fyri skiparan, og eg kann heldur einki siga um í løtuni, hvussu nógvan pening, sektaruppskotið fer at snúgva seg um.
Jóhanna sigur, at sektaruppskotið hevur heimild í havumhvørvislógini, og at uppskotið verður ásett í mun til nøgdina av olju, sum er farin á sjógv.
Ikki miljónir
Deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni vil treyðugt geva okkum eina ábending um, hvussu nógvan pening, talan kann gerast um, men spurd, um hetta snýr seg um miljónir, sigur hon, at so stóra upphædd verður talan neyvan um.
- Men tað eigur altíð at vera soleiðis, at tað ikki skal loysa seg at dálka umhvørvið, leggur hon aftrat.
Vit royndu eisini at fregnast hjá Jóhonnu, um talan kanska verður um nakrar hundrað túsund krónur, men tað vil hon heldur ikki vátta.
- Tað er Innlendismálaráðið, sum kemur at taka støðu til støddina á sektaruppskotinum, og her eru vit teimum til hjálpar
Hvar var lekin?
Vit spurdu eisini Jóhonnu Olsen, hvussu stórar nøgdir av olju talan er um, sum eru farnar í havið, men hetta er eisini eitt mál, sum framvegis verður arbeitt við.
Um Kaptain Gorbatjov lak olju úr tí eina tanganum – ella um skipið misti olju í havið undir bunkring – er ein spurningur, sum Sosialurin ikki hevur fingið fulla greiði á enn.
- Nei, tað vil eg einki siga um í løtuni, sigur deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni, Jóhanna Olsen.










