Arbeiðsmarknaður
Tann 9. apríl vóru liðin 60 ár, síðan Føroya Keypmannafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag tóku stig til at stovna eitt meginfelag fyri arbeiðsgevarar í Føroyum. Felagið fekk navnið Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum og skrivari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at nevndin hevur gjørt av einki at gera burtur úr degnum nú.
Hinvegin verður okkurt gjørt burtur úr á árliga vinnudegnum, sum verður hildin í heyst, sigur hann.
Tá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri 10 árum síðan hevði 50 ára føðingardag, varð heitt á Jógvan Arge, tíðindamann, um at skriva bók um søgu felagsins. Bókin verður envnd »Semjur og stríð«.
Men av tí, at samfelagið alt var í svárari kreppu tá, varð ikki hildið rætt at gera nakað meira hóvasták burtur úr at hátíðarhalda ein førðingardag, greiðir Jan Mortensen frá.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag umleið 170 limir. Í núverandi nevndini fyri Arbeiðsgevarafelagið sita:
Vilhelm M. Johannesen, formaður, Kristoffur Laksá, næstformaður, Leivur D. Michelsen, Bergur Poulsen, Jóhan Páll Joensen, Magni Arge og Gudmund Mortensen.