N?GGIR BÁTAR
Eftir jóansøkuróðurin vóru hósvíkingar í Runavík. Teir vóru hjá Sámali Hansen eftir 6-mannafarinum, sum nú er liðugt smíðað. Hósvíkingar vóna, at tað fer at bera teimum til at rógva í nýggja bátinum leygardagin, tá ið kappróður verður í Fuglafirði, men tað verður ivaleyst kapprenning - ella rógving! - við tíðina.
Nú eru teir í holtur við at mála og spartla bátin bæði innan og uttan, og so skal alt annað, sum er neyðugt, gerast við hann, áðrenn tað fer at bera til at rógva og kappast við honum. Um tað fer at eydnast inntil leygardagin fæst at síggja. Um tað ikki eydnast, so fara hósvíkingar leygardagin fyri síðstu ferð at kappast umborð á Snopprikki, sum hoyrir heima í Hvalba, men sum teir í Hósvík hava nevnt Hósvíking, síðani teir fóru at rógva við honum.
Undir øllum umstøðum er tað greitt, at hósvíkingar annan leygardag í FM kappingini á Skála fara at rógva í nýggjum báti.
Tað var júst undan bygdarstevnuni á Skála fyri einum stórum ári síðani, at hósvíkingar mistu spildurnýggja bátin, sum teir vóru á veg at kappast í fyri fyrstu ferð. Á veg úr Hósvík og út á Skála tók ein hvirla bátin av bilinum, og hann fórst so mikið illani, at tað ikki bar til at gera hann aftur, og so fór Sámal Hansen undir at gera nýtt 6-mannafar til teir í Hósvík.
Bíðirøðin
Tey seinnu árini hevur Sámal Hansen burturav arbeitt við at smíða kappróðrarbátar á verkstaðnum, sum hann hevur í kjallaranum hjá sær sjálvum. Hann hevði roknað við, at tað fór at vera avmarkað tíðarskeið, sum skuldi til, áðrenn allur flotin var endurnýggjaður, men enn røkist einki fyri, at marknaðurin er mettaður.
- Nú er kjallarin tómur, men eg fari beinanvegin at strekkja kjølin til nýggjan bát. Fimtan ella sekstan bátar eru á listanum. Tað fara einar 6-7 vikur til hvønn bátin, og tað eru støðugt fyrispurningar um møguleikan at fáa bát smíðaðan, sigur Sámal Hansen.
Tá ið hann verður spurdur, hvussu tað kann bera til, at áhugin fyri nýggjum bátum er so mikið stórur, so svarar hann soleiðis:
- Tað hevur fyrst og fremst við barnaróðurin og nýggju uppbýtingina millum gentumanningar og kvinnumanningar at gera. Nú er tað soleiðis, at tað skjótt kunnu vera fimm manningar, sum skulu venja og kappast við sama bátinum. Tað ber illa til, og tí eru tað fleiri feløg, sum hava gjørt av at fáa sær fleiri 5-mannafør.
Eru líkindi fyri, at tú í nógv ár fram í tíðina burturav skalt smíða bátar?
- Tað ber illa til at siga nakað um. Men tað kann væl hugsast, at tað eisini í framtíðini fer at verða áhugi fyri nýggjum bátum. Ein spurningur, sum vit ikki kenna svarið uppá, er, hvussu leingi bátarnir fara at halda. Inntil fyri ikki so nógvum árum síðani var tað soleiðis, at bátarnir vórðu nýttir frá flaggdegnum og til á Ólavsøku. Nú verða bátarnir drignir úr neystinum nógv fyrri á árinum, og tað eru fleiri manningar, sum venja og kappast við teimum. Tað vil siga, at teir í væl styttri áramál verða nýttir eins nógv, sum teir áður vórðu í væl fleiri ár.










