Sekstan ár millum gullkrónurnar

B36 venjarin vann sum spælari FM við barndómsfelagnum KÍ í 1999, og hann var eisini við í 1991

Eyðun Klakstein tók í dag saman við B36 spælarunum ímóti FM steypinum, tá ið B36 hevði sett punktum fyri 2015 kappingarárið við 3-1 sigri á ÍF í Fuglafirði.

Eyðun hevur verið venjari í fremstu røð trý tey seinastu árini.  16. jun 2013i tók hann við venjarastarvinum í barndómsfelagnum KÍ. Hann var KÍ venjari helvtina av 2013 kappingarárinum og so aftur í 2014.

 

Stutt eftir, at tað varð greitt, at Eyðun ikki fekk høvi at halda fram í Klaksvík, bjóðaði B36 honum starvið sum høvuðsvenjari í felagnum, sum í fjør vann FM. Eyðun tók av, og saman við spælarunum hevur hann megnað tað, sum eingin annar hevur megnað undan honum – at vinna FM til B36 tvey ár á rað.

Eyðun Klakstein verður aftur í 2016 venjari í B36, sum nú fer at brynja seg at vinna FM triðja árið á rað.

-Nú fegnist eg saman við spælarunum og felagnum um, at tað eydnaðist at endurvinna FM heitið. Fyrireikingarnar til næsta kappingarár eru longu byrjaðar. Hjá mær fer tað at snúgva seg um saman við leiðsluni í felagnum at syrgja fyri, at vit manningarliga vera væl fyri. Spælararnir fara at spenna frá í nakrar vikur, men tað er týdningarmikið, at teir ikki heilt gevast, so teir ikki byrja heilt av nýggjum, tá ið vit eftir nýggjár av álvara fara undir nýggja kappingarárið.

Og hvussu verður hjá tær?

-Saman við Oddbjørn Joensen eri eg venjari hjá U-19 landsliðnum. 10. til 18. november skulu vit luttaka í EM undankapping í Rumenia. Hinir londini í bólkinum eru umframt Rumenia, Sveis og Andorra. Næstu vikurnar fara vit at fyrireika okkum til ta kappingina, sigur gullvenjarin.

 

Eyðun Klakstein hevur tvær ferðir áður vunnið gull í fremstu røð:

Í 1999, tá ið hann var við til at vinna 17. og higartil seinasta FM heitið til KÍ, var Eyðun á KÍ liðnum í átta dystum.

Tá ið KÍ í 1991 vann FM, var tá 18 ára gamli Eyðun Klakstein tvær ferðir skiftur inn á meistaraliðið. Hann var ikki nóg ofta á liðnum at fáa gullkrónu.