Seksbeintur kálvur vakt stóran ans

Fyri sjey vikum síðani kálvaði ein kúgv í Sveis ein kálv við seks beinum. Fýta teirra vóru har, sum tey áttu at vera, men so hevði kálvurin tvey stutt bein, sum hingu niður eftir vinstru síðu.

Djóralæknin metti ikki, at kálvurin fór at liva leingi, men Lilli, sum kálvurin eitur, hevur klárað seg sera væl. Tíðindini um tann sjáldsama kálvin eru farin um alt Sveis og út um landið, og fólk í stórum tali hava verið og hugt eftir honum, skrivar The Guardian.

Bóndin Andreas Knutti, sum eigur Lilli, sigur, at hann fekk seg ikki til at avlíva kálvin, tí hann er so lívligur. Lilli er kvígukálvur, men ein bending í ryggjageislunum ger, at Lille verður ongantíð ein vanlig mjólkikúgv. Andreas Knutti sigur, at kemur einki óvæntað uppí, fer Lilli niðan í fjøllini í summar saman við hinum neytunum.