Seks valevni komin á Sambandslistan í Norðoyggjum

Ein kvinna og fimm mans bjóða seg fram sum valevni hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum, sum hevði uppstillingarfund fríggjakvøldið

Av tí at bert ein kvinna var á listanum, gav fundurin nevndini heimild til at finna onkra kvinnu afturat, áðrenn listin varð almannakunngjørdur.
? Elisabeth Joensen, býráðslimur hjá Sambandsflokkinum í Klaksvík, hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp, sigur John William Joensen, formaður í sambandsfelagnum í Norðoyggjum.
Tískil sær listin fyribils soleiðis út:

Magni Laksáfoss, Streymnes, búskaparfrøðingur
Erika Elttør, Klaksvík, handilskvinna
John Kári Jacobsen, skipari , Hvannasund
Karl Olgar Joensen, Klaksvík, stýrimaður
Bjørn Kalsø, lærari, Syðradalur
John William Joensen, prentari, Klaksvik

? Fyribils er Erika Elttør einasta kvinnan á listanum, en ein seinasta roynd verðurnú gjørd at fáa eina kvinnu afturat á listina, sigur John William Joensen.
Norðoya Sambandsfelag fer at lata inn listan um vikuskiftið, og tá verður greitt, um sjeynda valevnið verður ein kvinna.
Sambært veljarakanningini, sum verður almannakunngjørd í blaðnum í dag, stendur Sambandsflokkurin til at fáa ein tingmann afturat teimum átta.
Sum Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur vísir á aðrastaðni í blaðnum, kann tað metast sannlíkt, at flokkurin fær ein eykavaldan tingmann í Norðoya valdømi ? sjálvsagt um veljarakanningin er eftirfarandi.