Tað er nú greitt, at tað eru seks uppskot til at verða ársins leiðari á tiltakinum, Ársins Leiðaradegi, sum Synergi skipar fyri tann 18 mars. Nógv uppskot komu inn og nú hevur ein dómsnevd gjørt av at velja seks leiðarar burtur úr rúgvuni og tað verða so tveir av teimum, sum verða ársins leiðari.
Ein ársins leiðari skal veljast úr privatu vinnuni og ein, sum arbeiðir hjá tí almenna, og dómsnevndin hevur skotið tríggjar leiðarar upp í hvørjum bólki.
Hjá tí almenna eru hesi í uppskoti: Haldis Joensen, leiðari á Heiminum við Vallalíð, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Jógvan Thomsen, stjóri í Skráseting Føroya.
Í privatu vinnuni eru hesir skotnir upp: Janus Petersen, stjóri í Bank Nordik, Ragnar Joensen, stjóri í Marine Harvest og Regin Jacobsen, stjóri Bakkafrost.
Áður eru hesir valdir til Ársins Leiðara: Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni, í 2010, Jón Danielsen, stjóri í Articon, í 2010, Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Havstovuni, í 2009, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, í 2009, Christian Nagata, stjóri í Sendistovuni, í 2008, Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, í 2007, Marner Jacobsen, stjóri í Eik í 2006, og Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi í 2005.