Í gjár og í dag er ein sokallad verkstova í nyggju hølunum á sjómansskúlanum í Havn. Ordid verkstova kemur av enska ordinum ?workshop?, og er talan er um eitt slag av arbeidsfundi har samskiftad verdur um felagsmál og áhuga hjá hesum ymsu universitetunum. Eisini eru áhoyrarar frá ymsum skúlum og stovnum vid.
-Ætlanin vid verkstovuni er at tosa um felagsmál og áhuga og harvid upplysa hvønn annan vid teimum broytingunum , sum fara fram í samfelagnum ,og hvussu universitetini eru noydd at laga seg hareftir, sigur Malan Marnersdóttir, rektari á Føroya Fródskaparsetri.
-Vit eru jú í eini broytingar tíd, og verda hesar broytingar tiknar upp á verkstovuni. At samfelagid er vid at broytast il eitt KT-samfelag gevur eisini universitetunum nyggjar avbjódingar av tí, at tad eru jú tey, id útbúgva fólkini til samfelagid, sum tad er í dag, greidir Malan Marnersdóttir frá. ? At granska og undirvísa er jú definitiónin av einum universiteti, og eru vit noydd til at útbúgva fólk júst til hetta.
Fródskaparsetrid granskar fyri tad mesta mál, søgu og náttúruvísindi, men nú KT-samfelagid er vid at vinna fram noydist eisini Fródskaparsetrid at leggja størri dent á tann tøknifrødiliga partin. Hetta fyri at skapa arbeidsorku til virkini og yvirhøvur fyri at vera før fyri at skapa nakad nytt. -Tad er jú av alstórum tydningi at føroyingar sjálvir eisini eru førir fyri at útbúgva fólk t.d til granskin g til nyggjar útflutningsvørur, heldur Malan Marnersdóttir
-Bert ordaskifti í sær sjálvum er gott, og skal hetta verda vid til at útbyggja og útinna teir tankar og tey hugskot, id vit hava, fyri at útbúgva menniskjuna til tad, sum vit vilja hava, greidir Malan Marnersdóttir vídari frá.
Hetta vid nordurlendskum stevnum sum hesari er als ikki nakad nytt í sær sjálvum. Fródskaparsetrid luttekur ofta vid á fundum og rádstevnum, id eru í nordurlondum. Men tær snúgva seg ikki bert um júst hetta evnid. ?Til dømis eru vit vid á fundum um fígging og styring av universitetum, men at hetta ordaskiftid er í Føroyum er avbera gott, tí so fáa vit tad inn til okkum sjálvi, fortelur Malan Marnersdóttir at enda
Háskóli Íslands 90 ár á baki
Umbodid fyri universitetid í Reykjavík er Gudmund Haraldson, vararektari.
-Universitetid í Reykjavík vard stovnad í 1911. Tá vit byrjadu vóru bert 45 studentar, og teir vóru allir menn. Í dag ganga 7000 studentar á universitetinum, harav 61% eru konufólk, sigur Gudmund Haraldson.
Háskóli Íslands hevur 11 ymiskar megindeildir. Tann størsta av teimum er hugvísindadeildin. Tá universitetid byrjadi í 1911 vóru bert 4 deildir. Á universitetinum arbeida í dag umleid 3000 fólk, og er hetta størsta arbeidsplássid í øllum Íslandi.
-Universitetid í Reykjavík var ein av hornasteinunum til at gera Ísland til eitt sjálvstødugt land, greidir Gudmund Haraldson frá. - Fródskaparsetrid kundi í samstarvi vid teir føroysku politikkarnar verid vid til at eisini gera Føroyar til eitt sjálvstødugt land.
Giftur í Føroyum
Sjálvur hevur Gudmund Haraldson føroyska konu úr Suduroy. Hann hevur sjálvur arbeitt tvey ár á bedingini í Vági, tá hann gekk í student.
-Eg eri í Føroyum thvørja ferd høvi bydst. Hetta er eitt gott stad at taka sær av løttum og sleppa undan tí vanliga universitetslívinum. Tad er ógvuliga gott at ganga túrar í fjøllunum og fiska, og harafturat er luftin so gód, sigur Gudmund Haraldson.










