Seks trolbátar eru til fiskiskap

Trolbátarnir fiska mest av havtasku, men onkur fiskar tosk og hýsu.

Flestu partrolarapør eru eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er heldur smáligur hjá teimum flestu, men okkurt parið hevur havt góðan fiskiskap.

 

Fiskamarknaður Føroya sigur, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.

 

- Hesi skipini eru nýliga byrjaði túr, so tey landa helst ikki fyrr enn seinast í vikuni sum kemur.

 

Lagt verður aftrat, at tveir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap.

 

- Seks trolbátar eru nýliga byrjaðir túr. Teir koma helst inn at landa seinast í vikuni. Teir fiska mest av havtasku, men onkur fiskar tosk og hýsu, sigur Fiskamarknaður Føroya.