Tá tey á Fiskamarknaði Føroya um dagarnar gjørdu sínar metingar um tilfeingið, sum væntandi fer at koma upp á land hesa vikuna, vistu tey at siga, at fýra partrolarapør eru til fiskiskap, harav eitt fiskar svartkalva, og trý fiska gulllaks.
Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap, og teir koma helst inn at landa í vikuni. Skipini fiska svartkalva og stinglaks. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey eisini, at partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur.
- Allir trolbátarnir eru til fiskiskap. Seks eru á landleiðini, og tveir fiska uttanfyri. Teir á landleiðini fáa eina blanding av toski, havtasku, reyðsprøku og tungu og teir, sum fiska uttan fyri, fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva, men skipini hava smáligan fiskiskap. Bæði garnaskipini koma inn at landa í hesi vikuni.











