Seks trolarar í Saltangará

Stívliga 400 tons av upsa komu upp á land í Saltangará í gjár, tá seks ísfiskatrolarar vóru inni. Í gjár landaðu ikki færri enn seks partrolarar í Saltangará.

Stelkur og Bakur vóru inni við umleið 280.000 pundum í part, og Heykur og Falkur høvdu umleið somu nøgd.

Jaspis og Ametyst landaðu eisini í gjár. Teir høvdu umleið 250.000 pund tilsamans.

Tað var landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará, sum landaði skipini, men veiðan hjá Jaspis og Ametyst varð løgd upp í Runavík.

Øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.