Fiskivinna
Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík vænta tey fleiri partrolarar við upsa hesa vikuna.
Fýra partrolarar landaðu í gjár.
Safir og Smaragd høvdu sløk 120.000 pund tilsamans, og Navarin og Borgarin, sum eru gomlu Polarhav og Stjørnan, høvdu eisini umleið 120 pund tilsamans.
Mikudagin vænta tey Fjalshamar og Nónhamar, og tá Landingarmiðstøð Føroya frætti frá teimum í gjár, høvdu skipini umleið 200 kør inni.
Kørini taka umleið 290 kilo hvørt.
Pól Fuglø, landingarformaður, heldur ikki, at upsaskipini í Klaksvík lata so væl at fiskiskapinum í løtuni.
Men tað eru ikki øll upsaskipini, sum lata illa at.
Sosialurin veit at siga, at eitt nú Bakur og Stelkur, sum Faroe Seafood eigur, hava gjørt tveir rættiliga góðar og stuttar túrar í seinastuni.
Eingi línuskip
Eingi línuskip hava landað í Klaksvík hesa vikuna, men væntandi er, at tey fyrstu koma aftur av túri beint eftir hvítusunnu.
Pól Fuglø sigur, at Núpur, sum er í Íslandi, hevur latið hoyra frá sær, og teir lata ikki so væl at fiskiskapinum í løtuni.
- Eg vænti, at Núpur kemur beint eftir hvítusunnu, og tá vænti eg eisini, at onnur línuskip koma innaftur at landa, sigur landingarformaðurin.










