Seks trolarar á veg yvir á Flemish Kap

Tveir partrolarar og fýra djúpvatnstrolarar eru nú á veg yvir á Flemish Kap at fiska tosk.

Aftur hesa vikuna koma partrolararnir inn at landa sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er heldur betri nú, enn hann hevur verið. 

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt partrolarapar er ávegis á Flemish Kap at fiska tosk, og hesi skipini fara at frysta fiskin umborð. Fýra djúpvatnstrolarar eru eisini ávegis á Flemish Kap. Tríggir teirra fara at frysta fiskin umborð og ein fer at ísa.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa undir Føroyum og koma helst at landa síðst í vikuni sum kemur. Ein fiskar djúpvatnsfisk og landar niðri.

 

Lagt verður aftrat, at havrannsóknarskipið Magnus Heinason ger ymsar kanningar undir Føroyum og kemur helst inn at landa miðskeiðis í vikuni.

 

- Fimm trolbátar fiska havtasku á Skeivabanka og hava hampiligan fiskiskap. Trolbátarnir koma inn at landa miðskeiðis í vikuni, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.