Pætur Smith Clementsen hevur úttikið 20 spælarar til HM-undankappingardystin móti Íslandi, sum verða á Tórsvølli týsdagin 10. Apríl.
Tað sermerkta við hesum hópinum er, at heili seks av føroysku spælarunum dagliga spæla uttanlands. Tað eru Monika Biskopstø, sum spælir við Aab, Lív Finnbogadóttir Arge og Ásla Johannesen, sum báðar spæla við FC Nordsjælland, Ogla Kristina Hansen, sum spælir við BSF í Danmark, Rebekka E. Danielsen, sum spælir við Forus og Gausdal í Noregi og Eyðvør Klakstein, sum spælir við Mislata CF í Spania.
Annars hava meistararnir úr EB/Streymi/Skála flest spælarar á liðnum, fýra, meðan ÍF/Víkingur og KÍ hava tríggjar hvør og HB hevur tveir. B36 og B68 hava hvør sín spælara á liðnum.
- Væl vitandi um, at hetta verður ein torfør uppgáva, so fara vit á vøllin fyri at gera okkara besta. Og hava vit ein góðan dag, so trúgva vit veruliga uppá, at tað ber til at geva teimum ein skarpan gang, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Tær ið eru úttiknar eru hesar:
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Birita Bergsdóttir Nielsen, B68
Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála
Lív Finnbogadóttir Arge, FC Nordsjælland (Danmark)
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Eyðvør Klakstein, Mislata CF (Spania)
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, BSF (Danmark)
Milja Reinert Simonsen, HB
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Evy á Lakjuni, KÍ
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Rebekka E. Danielsen, Forus og Gausel (Noreg)
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur
Hanna I. Højgaard, ÍF/Víkingur
Guðrið Poulsen, EBS/Skála