Seks tilburðir jólaaftan

864 fólk lótu seg kanna jólaaftan

Seks nýggir tilburðir vórðu staðfestir frá kanningunum jólaaftan.

Tað vísa tølini hjá landslæknanum í dag.

Fimm teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónar er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi eftir komu. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 864 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 192.496 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 567 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á sjúkrahúsinum av koronu.