Seks tikin millum Fjarða

Í gjárkvøldið gjørdu løgreglan ferðslukanningar millum Fjarða. Seks bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt og tveir teirra koyrdu so skjótt, at teir fingu eina treytaða frádøming av kortinum.

 

Tann, ið koyrdi skjótast koyrdi 127 kilometrar um tíman, meðan hin, sum má upp til nýggja koyriroynd, koyrdi 118 kilometrar um tíman.

 

Fýra aðrir fingu klipp í koyrikortið. Teir koyrdu millum 105 og 109 kilometrar um tíman. Teir fáa klipp í kortið og eina bót.