Seks tikin fyri ov høga ferð

Í gjárkvøldið var løgreglan úti og gjørdi ferðkanningar á leiðina frá Kollafjarðardali til Søldarfjørð. Seks ferðirnar vísti lasarin hjá løgregluni, at ferðin hjá bilførarum var ov høg.


Fýra ferðir skrásettir løgreglan bilførarar, ið koyrdu ov skjótt í bygdum øki, men bara eina ferðina var ferðin so mikið høg, at viðkomandi bilførari, ið bleiv máldur at koyra 81 kilometrar um tíman, má taka koyrikortið av nýggjum, annars verður tað tikið frá honum. Hinir bilførararnir sluppu kortini ikki snikkaleys, men fáa bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at virða hámarksferðina.


Tveir bilførarar, ið vórðu máldir at koyra 102 og 107 kilometrar um tíman, vórðu tiknir í óbygdum øki, og fáa teir báðir bilførararnir sostatt bót og klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ov skjótt.