Seks túrar á rað við fullari last

Síðan Bakur og Stelkur komu aftur úr Spaniu tíðliga í heyst hava teir gjørt seks góðar túrar. Ongan túr hevur veiðan verið minni enn 300.000 pund

Fiskivinna

Hóast upsaprísurin hevur verið lágur, kemur upsin kortini væl við hjá skipum og virkjum, nú so lítið er at fáa av toski.
Trolararnir, Bakur og Stelkur, hava gjørt seks góðar túrar, síðan skipini fyrr í heyst komu aftur úr Spaniu, har tey vóru til garantieftirlit og ymiskar broytingar.
Ragnar Olsen, stjóri hjá Beta, sigur, at skipini hesar seks túrarnar ongantíð hava havt minni enn 300.000 pund, og soleiðis var eisini, nú tey vóru inni mánadagin.
- Skipini hava verið so at siga full undir lúkurnar hvønn einasta túr, sigur hann.
Ragnar vísir á, at upsin, sum skipini fáa, hevur verið heldur frægari til støddar í seinastuni, men hann heldur, at hendan túrin var fiskurin aftur meira smáttfallandi.
- Nógvur upsi er at fáa. Skipini byrjaðu hendan túrin seinasta hósdag, og í morgun eru tey longu inni aftur, visti Ragnar at siga mánamorgunin.

Tvey onnur skip

Mánadagin lógu tvey onnur skip landingarklár á Beta.
Garnaskipið, Oknin, hevði stívliga 20.000 pund av svartkalva og nakað av toski, og línubáturin, Hvítabjørn, hevði eini 30.000 pund, harav 2/3 av veiðini var hýsa og 1/3 toskur.
Ragnar Olsen væntar, at Gorpur og Skrápur og Trastur og Skarvur eisini koma inn at landa seinni í hesi vikuni.