Seks svumu á Jóansøku 2014

Cecilia, Bjørg, Teitur og Heri skjótast um Vágsfjørð á Jóansøku 2014.

Suðuroyar Svimjifelag skipaði í kvøld fyri svimjing um Vágsfjørð, sum liður í Jóansøkuhaldinum 2014. Svomið varð 540 metrar frá nýggja langhylinum í Líðini, og yvirum til Polarfrost.

 

Tað var eitt sindur ivasamt um svimjingin fór at verða, við tað at tilmeldingarnar vóru í so fáar heilt upp undir tilmeldingarfreist. Men tá til stykkis kom vóru tey tó so 7 sum lupu á bláman, og 6 sum gjøgnumførdu teinin.

 

Vinnarar av Jóansøkusvimjingini 2014

 

 

Gentur: Cecilia Eysturdal

Kvinnur: Bjørt Samuelsen

Dreingir: Teitur Winther (9 ár)

Menn: 1) Heri Mortensen, 2) Johan Joensen, 3) Magni Mohr.