Seks stig til EB/Streym og trý stig til TB

EB/Streymur var samlað omaná í teimum trimum innanhýsis dystunum móti TB

Talan gjørdist um tríggjar javnar innanhýsis dystir millum EB/Streym og TB í Betrideildini, hetta kappingarárið.

 

Teir tríggir dystirnir endaðu við teprum eittmálssigrum. 

 

Tað var tó EB/Streymur sum við tveimum sigrum samlað var omaná í teimum trimum innanhýsis uppgerðunum.

 

Sostatt gjørdist úrtøkan seks stig til EB/Streym og trý stig til TB í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 3-2 til EB/Streym.

 

EB/Streymur-TB 2-1 (2-1) 8. apríl

 

EB/Streymur-TB 0-1 (0-0) - 4. juni

 

TB-EB/Streymur 0-1 (0-1) - 1. oktober

 

Kelda: FaroeSoccer