Landslæknin hevur fyrrapartin fingið fráboðan um enn ein tilburð av H1N1 í Føroyum. So nú eru tilsamans seks tilburðir staðfestir Talan er um eitt tvey ára gamalt barn, sum nú er í viðgerð. Barnið hevur tað eftir umstøðunum gott.
Við nýggja tilburðinum eru í alt seks tilburðir av H1N1 staðfestir í Føroyum. Allir tilburðir eru innan sama smittuumhvørvi og tí verður tilbúgvingarstigið fyribils óbroytt.
Landslæknin metir ikki at fólk eiga at stúra, hóast smittan seinastu dagarnar hevur spjatt seg. Alt bendir framvegis á, at H1N1-krímsjúkan er ein mild krímsjúka.
Føroysku heilsumyndugleikarnir fylgja gongdini neyvt og meira kunning kemur komandi dagarnar.










