Belgiska ákæruvaldið hevur skuldsett seks fólk fyri at hava tilknýti til altjóða yvirgang Tey seks vórðu tikin saman við átta øðrum í gjár, tí illgruni var um, at tey hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.
Í dag bleiv kunngjørt, at seks av teimum tiknu eru skuldsett, og at hini átta eru latin leys.
Millum tey skuldsettu er tann belgisk-marokkanska Malika Al Aroud. Hon er einkja eftir ein sjálvmorðsbumbumann, sum doyði í einari atsókn í Afghanistan fyri sjey árum síðani.
Síðani maður hennara doyði, hevur hon skrivað islamistiskt tilfar á heimasíðum á alnetinum.










