Bogaskjóting
Í bólkinum recurve luttóku Odd Andreasen og Oddmar Nielsen úr Ørvi. Innleiðandi skutu báðir 548 stig, men var Odd fremri við einum 10’ara fleiri. Fremsti skjúttin hevði 555 stig og næsti hevði 550 stig.
Í fjórðings-finalunum vunnu báðir sínar dystir. Odd vann 110-103 og Oddmar vann 108-107.
Í hálv--finalunum bleiv kappingharðari og skutu teir ímóti teimum báðum, sum innleiðandi vóru framman fyri teir. Odd tapti 110-111, meðan Oddmar megnaði 112-112 og var í umskjóting, har hann tapti 9-10.
Samanum tikið fín úrslit teirra viðkomandi, og Odd fekk eisini eitt bronsumerki fyri ómakin.
Í bólkinum compound menn II luttók Bogi Andreasen, Vágaskot. Hann vann bólkin við 565 stigum og setti persónligt met. Samanlagt tvørtur um allar bólkarnar hjá teimum vaksnu (elitu, I, II og junior) bleiv hann nummar 22 av 38. Bert 16 sluppu víðari til finalurnar. Eisini eitt gott úrslit, sum gav honum eitt gull heiðursmerki fyri at vinna bólk I.
Í bólkinum recurve menn I luttók eggaba Andreasen, Vágaskot. Hann bleiv nummar tvey í bólkinum við 537 stigum, men av tí, at hesin bólkur og junior bólkurin oru smærri, vóru teir slignir saman. Hetta gjørdi, at Eggaba ikki fekk heiðursmerki, men megnaði við úrslitinum tvørtur um allar bólkar at koma til finaluumfarið, har 16 skuldu skjóta. Eggaba var nummar 13 av 44.
Í 1/8-finaluni møtti hann nummar 4 og tapti dystin.
Í bólkinum recurve menn II luttóku Tórfinn Hansen og Tórhallur Simonsen, báðir úr VágaSkoti. Teir vóru ikki so væl nøgdir við sína skjóting og endaðu ávikavist nummar 30 og 34 av 38 við 498 og 479 stigum.
Eingin teirra slapp víðari millum teir 16 til finalurnar.
Schandorff Vang var við sum venjari og liðleiðari.










